Innanlands

Fýra túrar hjá Hasfjord um Skopunarfjørð fella burtur fyrrapartin í morgin

Orsøkin er, at Hasfjord skal farmatúr um Nólsoyarfjørð. Silgt verður ikki fyrrenn klokkan 11.15 í morgin av Skopun

Mynd: Strandfarskip Landsins

Mynd: Strandfarskip Landsins

2020-11-03 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Av tí at Ternan er á beding, og Jósup røkir vanligu siglingina um Nólsoyarfjørð, so ger Hasfjord nakrar farmatúrar um Nólsoyarfjørð.

Hetta merkir, at nakrir túrar hjá Hasfjord um Skopunarfjørð fella burtur. Í morgin siglur Hasfjord av Havnini klokkan 9:15 og úr Nólsoy klokkan 10:00.

Vegna farmatúr til Nólsoyar í morgin, mikudagin 4. november, 
fella fylgjandi túrar burtur á leið 85:

Úr Skopun kl. 08:30

Av Gomlurætt kl. 09:15

Úr Skopun kl. 09:45

Av Gomlurætt kl. 10:30.

Siglt verður aftur úr Skopun kl. 11:15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder