Innanlands

Fýra nýggir koronutilburðir

Í tí eina førinum er smittukeldan ókend - 848 kanningar vórðu gjørdar. Av tí at fýra fólk ikki longur eru skrásett sum smittað, er talið av smittaðum framvegis 32

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-09-14 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

So at siga hvønn dag í september hava nýggir koronutilburðir verið staðfestir. Soleiðis varð eisini í gjár, 13. september, tá fýra tilburðir vórðu staðfestir.

- Í eina førinum er smittukeldan ókend, meðan smittuteldan er kend í hinum trimum førunum.

Hetta skrivar corona.fo.

686 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og harvið var positivprosenti hægri, enn tað vanligt er - 0.47. 

Í løtuni eru 32 smittað í Føroyum, ið er tað sama talið sum í gjár. Hetta kemst av, at fýra fólk, ið fingu staðfest smittu fyri einari tíð síðani, ikki longur eru skrásett sum smittað.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder