Mentan

Fyndugt og fjasut og gott

Ummæli av nýggju fløguni hjá Stongum og Guttesen

2020-09-04 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir eru rættiliga ólíkir. Læknin og jakkin, sørvingarnir Magnus og Jóan Jakku.

Men saman duga teir at skapa nakað dýrabært. Fynd og fjas og álvari verður lyft upp í eina hægri eind, ið saktans kann minna um stóra list.

Vit tosa um Tinganest. Teir báðir upprunalimirnir, sum eru eftir, Magnus á Stongum og Jóan Jakku Guttesen, hava júst givið út ein dýrgrip av eini fløgu undir navninum Stongum og Guttesen.

Níggju sangir, fimm hjá Stongum, tríggir hjá Guttesen og ein, sum teir báðir eiga æruna av.

Í áttatiárunum flentu vit eftir Tinganest, tí teirra tónleikur lá so langt frá tí fínpussaða musikkinum, vit lurtaðu eftir tá. Men sørvingarnir hava hildið seg til konseptið øll hesi farnu fýra áratíggjuni, og vágasoundið livir ongantíð betur enn nú, meðan 80’ara tónleikunum – í besta føri – ikki er ’in’ longur.

Stongum og Guttesen hava verið í Nólsoy og tikið fløguna upp við Kim Hansen og Terja Rasmussen sum framleiðarum. Kim, Hjalti Joensen, Brandur Jacobsen og Kaj Johannesen eru tónleikarar umframt ein longri røð av gestatónleikarum.

Eins ymiskir og teir báðir høvuðspersónarnir eru, eins ymiskur er tónleikur teirra.

Jakkin skrivar tekstir og løg so snarað, sum ongin annar megnar, meðan læknin er meira djúphugsin í bæði teksta- og lagaskriving.

Vit hava hoyrt reaggie-sangin ’Rumbuldós’ í loftmiðlunum nú í eina tíð, og hetta væl framleidda lagið, eitt sindur yvirframleitt við ríkiligt av ljóðum, er hittið á fløguni, ongin ivi um tað. Jakkin, tá hann er allarbestur. Hvør annar enn Jóan Jakku kann syngja ”so fara vit at lulla” og gera tað sannførandi?

Men eisini ”Goaland” er eitt plettskot frá Jóan Jakku. Skorin eftir nøkulunda sama leisti sum ”Cajun Baby”, og kryddað við hepnari fiól og strofuni frá onkrari vísu, har vit plagdu at syngja ”... tað var har, iå ryssan lá”. Hvør vísan er, veit eg ikki.

At siga frá, hvat sangurin snýr seg um, er ómøguligt at siga. Men orðini hjá Jóan Jakku sita ófatiliga væl, hóast skilvísið í teimum kann vera trupult at fáa eyga á.

Hálvt ár seinni mitt í lembing
sóu fleiri eina rembing
og tá komið var í royting
sóu onnur stóra broyting

Hvat tað snýr seg um, er ein onnur søga, men hon situr.

Sangirnir hjá Magnusi á Stongum eru meira álvarsligir og fleiri teirra eisini meira naknir í sínum tónleikaliga úttrykki, og tað klæðir teimum.

Undantakið er endasangurin ”Ver hjá mær”, har tað er smurt ov tjúkt uppá í tónleikaframleiðsluni eftir mínari meining.

Sangirnir snúgva seg um trúfastan kærleika, um endaleysa lofthavið og um summarsvøvntrupulleikar ofta í einum nærmast andaligum dámi. Flott.

Besti sangurin er kærleikskvøðan til kvinnuna í lívinum, ”Tá vit funnu saman”. Ein vakur, rørandi, yndisligur og stillur sangur í flottari framleiðslu. Kortini eitt sindur merkiligt, at júst hesin sangur er valdur at vera fyrstur á fløguni.

Skal nakað ringt sigast um fløguna Stongum og Guttesen, so er tað, at sangirnir eru alt, alt ov stuttir. Flestu teirra náa ikki upp á tríggjar minuttir, og tá bert níggju sangir eru við, so nær útgávan ikki upp á meira enn góðar 25 minuttir. Spell at teir ikki høvdu meira tilfar til fløguna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder