Innanlands

Fylgdu mammuni eftir kongaligu mílini

Elizabeth kom í dag í St. Giles dómkirkjuna í Edinburgh, har hon skal liggja í eitt samdøgur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-12 17:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri túsund fólk sagnaðust í dag í skotska høvuðsstaðnum, Edinburgh, fyri at síggja Charles III kong og systkin hansara fylgja kistuni við móður teirra, Elizabeth II drotning, til St. Giles dómkirkjuna.

Undir liðini á Charles gingu Anne prinsessa, Andrew prinsur og Edward prinsur, beint eftir kongaliga líkvognin.

Løgreglufólk á hestbaki gingu framman fyri líkvogninum á vegnum til stóru St. Giles dómkirkjuni.

Her skal Elizabeth drotning liggja ‘castrum doloris’ í eitt samdøgur, so skotska fólkið kann fáa høvi at siga farvæl við drotning teirra hesi farnu 70 árini.

Ljóðið av sekkjapípum var tað einasta, ið hoyrdist, tá kistan varð borin út úr Holyroodhoyst, sum er almenni kongaligi bústaðurin í Skotlandi.

Kistan var sveipað inn í reyðgula kongaliga skotska flaggið. Á kistuni lógu blómur frá Balmoral slottinum, har Elizabeth var tá hon doyði hósdagin.

Teinurin frá slottinum til dómkirkjuna erður róptur “The Royal Mile” – kongaliga mílin.

Frá Edinburgh Castle geltu kanónirnar 21 ferðir, tá líkvognurin setti kós móti dómkirkjuni. Tá kistan varð komin í dómkirkjuna, varð hildin ein minnisgudstænasta har. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder