Innanlands

Fútin: Vit mæla til at øll brúka munnbind

Mælt verður nú til, at øll brúka munnbind í stórum mannamúgvum og í almenna rúminum sum heild

Munnbind hevur í longri tíð verið krav á flogvøllinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Munnbind hevur í longri tíð verið krav á flogvøllinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-12 16:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Farsóttarnevndin mælir nú til, at øll fólk brúka munnbind, tá tey eru stødd í stórum mannamúgvum ella í almenna rúminum sum heild.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, við Útvarpið.

Tilmælið er, at mann brúkar munnbind, eitt nú tá mann fer til handils, sigur fútin.

Hann undirstrikar, at mann ikki neyðturviliga noyðist at brúka tey bláu munnbindini, sum eitt nú verða brúkt av heilsustarvsfólkum. Hóast hesi geva einum betri verju, kann mann eisini brúka munnbind úr toyi, sum mann kanska hevur seymað sjálvur.

placeholder
placeholder