Innanlands

Funnu ecstasy á Meginskúlanum á Sandi

Ein posi við sjey ecstasy-tablettum varð í síðstu viku funnin í skúlagarðinum. Løgreglan kannar málið

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2020-11-03 19:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan kannar nú eitt mál um rúsevni í Sandoyar Meginskúla. Tað var í síðstu viku, at ein posi við sjey ecstasy tablettum varð funnin í skúlagarðinum.

Tað veit útvarpið í kvøld.

Enn er ikki greitt hvør eigur posan við tabelttum í, og løgreglan sigur seg vilja frætta frá fólki, sum halda seg vita nakað um málið.

Tiltøk verða nú sett í verk á skúlanum, og seinni í mánaðinum verður við foreldur og næmingar, har SSP-ráðgevingin verður við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder