Innanlands

Fundur um lutaíbúðir í Havn

Næsta mikudag verður fundur sum snýr seg um at fyrireika bygging av lutaíbúðum

2023-01-13 16:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin skipar áhugabólkurin ”Lutaíbúðir” fyri kunnandi fundi um lutaíbúðabygging í Føroyum, í hesum føri fyrst og fremst í miðstaðarøkinum.

Lógargrundarlagið fyri tílíkari bygging er nærum 12 ár, men enn er lítið komið burturúr. Nakrar fáar íbúðir, sum eru komnar, eru smíðaðar í samstarvi við «Bústaðir». Men tær eru ov fáar til, at tær nøkta ovurstóra íbúðatørvin kring landið, serliga á størru plássunum og í miðstaðarøkinum.

Tí skipa vit í áhugabólkinum «Lutaíbúðir» fyri hesum kunnandi fundinum á Finsen komandi mikukvøld klokkan sjey.

- Skráin verður fjøltáttað: har verður greitt frá, hvussu ætlanin er at byggja, hvørjar fíggjarligar avbjóðinger eru, og hvussu skipanin er skrúvað saman løgfrøðiliga, umframt hvørja ávirkan tílík bygging kann fáa á íbúðaspurningin og onnur samfelagsviðurskifti í tí sambandi, siga fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder