Innanlands

Fult hús í Mjørkadali

Í løtuni sita so nógv í arrestini, at neyðugt er at flyta fólk av landinum at sita í varðhaldi

Støðan er ikki nøktandi, sigur Michael Boolsen, fúti við Útvarpið (Mynd: Sverri Egholm)

Støðan er ikki nøktandi, sigur Michael Boolsen, fúti við Útvarpið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-25 16:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvar varðhaldsfongslingar hava verið seinastu tíðina, og tað hevur nú við sær, at arrestin í Mjørkadali er undir trýsti.

Tað er m.a. handtøkurnar, sum løgreglan hevur gjørt í sambandi við rúsevnamál seinastu tíðina, sum er orsøkin til hetta.

Michael Boolsen, fúti segði við Útvarpið á middegi, at tey verða noydd at flyta fólk av landinum at sita í varðhaldi. Hetta er tó ikki nakað, sum hendir ofta, sigur hann.

– Hetta er ein støða, sum uppstendur, tá vit loysa rættiliga nógvan kriminalitet í senn, sum krevur varðhaldsfongling.

14 pláss eru í Mjørkadali. Í løtuni sita 10 persónar inni, og neyðugt er at hava tvey í hvørjum kliva.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder