Innanlands

Fuglakrím staðfest í Føroyum

Fuglakrím er staðfest í einum djórahaldi við heimafugli í Havnadali, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

2022-10-07 12:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er fuglakrím staðfest í heimafugli í Føroyum. Heilsufrøðiliga starvsstovan fekk fráboðan um møguligt fuglakrím í einum djórahaldið í vikuni, og sýnir vóru tikin av fuglunum. Nú eru svarini komin, og bæði hønur og gæs eru staðfestar positivar fyri fuglakrím.

Talan er um H5N1, ið er sama slagið, ið fyrr er staðfest hjá villum fugli í Føroyum. Hetta slagið er tað sama, sum er staðfest um stóran part av Evropa í ár, og hevur tíbetur higartil ikki verði atvold til álvarsama sjúku hjá fólki.

Djórahaldið, ið er rakt av fuglakrími, er í Havnadali, og bæði høsn og gæs eru í djórahaldinum. Av tí at fuglakrím er ein so álvarslig sjúka hjá fugli, og at ein ávísur, men tíbetur sera lítil vandi er fyri, at fólk eisini kunnu smittast, er avgerð tikin um, at allir fuglarnir í rakta djórahaldinum verða avlívaðir og burturbeindir, og økið skal liggja “tómt” í eitt tíðarskeið. Eisini er ein sona gjørd runt rakta djórahaldið, har serlig atlit skulu takast í djórahaldum við heimafugli.

Fuglakrím hevur fyrr verið staðfest hjá skúgvi, svartbaki og súlu í Føroyum, og í nýggjum kanningum er fuglakrím eisini staðfest í havhesti, ravni, fiskimása, bládúgvu og kjógva. Hetta samsvarar væl við, at stórt fellið hevur verið at sæð í fleiri av hesum villu fuglastovnunum í Føroyum.

Heitt verður framvegis á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder