Innanlands

Fuglafjørður: Kommunan flytir inn í bankabygning

Umsitingin fer nú at húsast í tveimum bygningum á niðjara vegi í Fuglafirði

2020-12-15 09:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umsitingin hjá Fuglafjarðar kommunu er flutt. Bústaðurin hjá kommununi er ikki longur Ennivegur 38, men Í Støð 5, eisini kent sum gamli bankabygningurin hjá Eik Banka miðskeiðis í bygdini.

Eftir at hava verið stongd í nakrar dagar, letur kommunuskrivstovan í morgin upp í nýggju hølunum, sum hava verið brúkt til ymiskt mentanartiltøk, síðan givist varð við bankavirksemi í bygninginum.

Bankabygningurin klárar tó ikki at hýsa allari kommunalari umsitingini í Fuglafirði. Ein partur av umsitingini fær nú bústað á bústaðnum Karvatoftir 4, sum er handilsbygningurin hjá Haraldsen.

Býráðssalur verður tó í Støð 5, og tann salurin verður tikin í brúk á seinasta fundi hjá núsitandi býráðnum, sum verður hósdagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder