Innanlands

Fríðka um á Tvøroyri

Miðbýurin á Tvøroyri gerts grønari og í vikuni vórðu trø sett niður á parkeringsøkinum millum Strandferðsluna og Betri banka

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2022-04-06 07:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríðkanin av miðbýnum á Tvøroyri heldur fram, og í gjár vórðu trø sett niður á p-økinum millum Strandfaraskip Landsins og Betri Banka. 

Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

- Trøini eru av slagnum Bornholmskt Royniberjatræ og eru keypt úr Hálandi. Trøini eru fimm metrar høg og snøgt sær tað út, nú tey eru sett niður. Vónin er at trøini koma at trívast, so vit innan stutta tíð síggja grønar spírar á greinunum, skrivar kommunan.

Miðskeiðis í býnum, á p-økinum millum Bónus og Býarsavnið, eru vakrir plantupottar settir upp. Ymiskar plantur eru plantaðar í teir, ið blóma ymiskar tíðir av árinum.

Á trøini við gomlu Roykstovuna hjá T.F. Thomsen er eisini nógv arbeiði í gongd. Trøðin verður gjørd til grønt øki við benkrum, borðum og parkour-øki til ungdómin.

Í næstum verður farið undir at gera eina gøtu gjøgnum trøðna. Gamli hjallurin á trøðni, verður eisini tikin niður komandi tíðina. Trøini eru av fleiri ymiskum sløgum: Japanskt royniberjatræ, fuglakirsiberjatræ, sírenutræ, navr(ahornsslag), kirsuberjablomma, berjamispil og tyrnirunnur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder