Mentan

Freistin at lata handrit inn til skaldsøgukappingina er 1. septembur

Nú nærkast tíðin, tá ið skaldsøgurnar í kappingini, sum Bókhandlarafelagið saman við Sprotanum skipar fyri, skulu latast inn

(Mynd: kvf.fo)

(Mynd: kvf.fo)

2018-08-20 15:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høvundurin, ið væntandi verður kosin vinnari á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum, leygardagin 24. novembur, fær 100.000 krónur umframt útgávusáttmála við Forlagið Sprotan.

Treytirnar eru, at handritið skal vera á føroyskum, og søgan skal vera í minsta lagi 150 síður á 2.000 eindir við millumrúmi.

Bókhandlarnir og Forlagið eru samd um, at ov lítið kemur út av upprunaligum føroyskum skaldskapi, og tí kunngjørdu Kári Árting, formaður í Bókhandlarafelagnum og Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, kappingina á Mentanarnáttini í Havn í fjør. Teir føroysku bókhandlarnir eru H.N. Jacobsens bókhandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.

Skaldsøgan skal sendast sum teldubræv til [email protected] og vera merkt “skaldsøgukapping”. Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør ið hevur skrivað skaldsøgurnar.

Í dómsnevndini eru fimm fólk: Berglót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Jonhard Mikkelsen og Bergur D. Hansen.

Onkur handrit eru komin inn, og hóast væl er útliðið, minnir bókhandlarafelagið á, at enn ber til at vera við í kappingini um skaldsøguna. Freistin er tann 1. septembur 2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder