
Mánadagin byrjaði fraklendingurin Sylvain Codron sum matstovuleiðari í Hallartúni, sum er matstovan á hotellinum Hilton Garden Inn.
Sylvain, ið er giftur føroyskari konu, hevur drúgvar royndir frá matstovuvinnuni. Seinnu árini í Keypmannahavn og áðrenn tað úr Fraklandi, haðani hann er ættaður.
Kanska eru tað fleiri føroyingar, sum hava hitt Sylvain í Torvehallerne í Keypmannahavn, har hann hevur arbeitt í vínbarrini Le Petit, sum hann eisini er parteigari í.
- Við Sylvain fær Hallartún eina fantastiska samanrenning av franskari sjarmu, innlit í føroyska mentan og eina heilt sermerkta fakligheit, har serliga vín og tænasta eru fokusøki. Hetta er ikki bert við til at lyfta Hallartún, men er eisini ein íblástur til føroyska matmentan og tænastu, skrivar Hilton Garden Inn í tíðindaskrivi í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald