Innanlands

Framsókn stóra framgongd

Flokkurin fer sambært kanningini í Blaðnum Vikuskifti úr tveimum og upp í tríggjar tingsessir

Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang sita á tingi fyri Framsókn. Sambært nýggjastu veljarakanningini vera tey trý næsta valskeið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang sita á tingi fyri Framsókn. Sambært nýggjastu veljarakanningini vera tey trý næsta valskeið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-03 16:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framsókn gongur nógv fram í nýggjastu kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.

Sambært kanningini fær Framsókn 7,9 prosent av atkvøðunum, sum gevur flokkinum trý umboð á tingi. Hetta er meira enn ein helvt meira enn í seinastu kanning, og ein framgongd á meira enn 70 prosent í mun til seinasta val.

Og tað er serliga andstøðan sum klárar seg væl í nýggju kanningini, og eisini teimum sum hava verið frammanundan.

Teir tríggir flokkarnir, sum manna samgonguna megna í nýggjastu kanningini einans at savna 40,6 prosent av atkvøðunum, meðan teir tríggir andstøðuflokkarnir, ið kunnu rokna við at verða valdir á ting, fáa 57,4 prosent.

Síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder