Innanlands

Fráfaringarhald fyri Boga Bech Jensen

Steinbjørn Hardlei røkir starvið sum rektari á Glasi, meðan leitað verður eftir einum nýggjum

Bog Bech Jensen var rektari í fýra ár, áðrenn hann 3. september segði seg úr starvi

Bog Bech Jensen var rektari í fýra ár, áðrenn hann 3. september segði seg úr starvi

2019-09-20 11:23 Author image
Agnar Prestá

Glasir hevur verið nógv umstrítt, og fyri 17 døgum síðani segði rektarin seinastu fýra árini, Bogi Bech Jensen, seg úr starvi.

Les eisini:

Bogi Bech Jensen sagt upp á Glasi

Í gjár var fráfaringaløta fyri rektaranum. Millum annað helt nýggi Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, røðu. Hann segði millum annað soleiðis:

- Ein bogi er eitt sterkt vápn, sum bæði skal vera liðiligt og kunna geva seg, tá á stendur – men sum samstundis má vera so mikið haldført, at tað ikki brotnar, tá harðast leikar á.

- Og tá trýstið er av, tá pílurin er sendur og uppgávan fullførd, má bogin flyta seg aftur til útgangsstøðuna.

[object Object]Landstýrismaðurin í Mentamálum helt røðu 

Jenis av Rana kunngjørdi eisini, at søkt verður eftir nýggjum rektara sum skjótast. Til nýggjur rektari tekur við, verður tað Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri, ið røkir uppgávuna, ið Bogi Bech Jensen hevur havt seinastu árini, 

 

placeholder
placeholder