Innanlands

Forvitnislig vitjan í Føroyum

Síðsta vikuskifti í oktober koma 10 havsvimjarar til Føroya – Svimjararnir, sum koma úr Írlandi og Stórabretlandi, skulu á venjingarlegu, ið skal fyrireika teir at svimja í einsku kanalini í januar næsta ár

2022-10-23 14:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðsta vikuskifti í oktober fáa føroyingar forvitnisliga vitjan úr Írlandi og Stórabretlandi. Tá koma nevnliga 10 havsvimjarar á venjingarlegu at svimja í kalda sjónum kring Føroyar.

Talan er um eina venjingarlegu, ið skal fyrireika svimjararnar til at svimja í ensku kanalini í januar mánaða næsta ár.

Mannligu svimjararnir eru fýra írar og ein breti, meðan kvinnurnar umvent, eru fýra bretskar og ein írsk.

Svimjararnir koma til landið hósdagin 27. oktober og verða í landinum inntil mánadagin 31. oktober.

– Um veðrið loyvir tí, verður væntandi svomið nakrar tímar hvønn dag. Veðrið fer somuleiðis at spæla inn í staðsetingini har svomið verður, so vit mugu brynja okkum við tolið nakað enn, sigur ein av kvinnuligu svimjarunum, Niamh McCartey.

Eisini hava tey verið í sambandi við royndar føroyskar havsvimjarar. Svomið verður í vanligum svimjuklæðum, tað vil siga at tey ikki nýta vátdraktir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder