Innanlands

Forsætisráðharrin og fíggarmálaráðharrin í Bretlandi hava fingið bót

Hetta er sum avleiðing av veitslum, ið vórðu hildnar, meðan strangar koronuavmarkingar vóru í Bretlandi. Nógv vilja hava Boris Johnson frá

Boris Johnson er í trongum skóm í løtuni, men hann heldur seg ikki hava brotið nakra lóg

Boris Johnson er í trongum skóm í løtuni, men hann heldur seg ikki hava brotið nakra lóg

2022-04-13 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Boris Johnson hevur leingi verið í andglettinum, og nú er greitt, at bretski forsætisráðharrin fer at fáa bót fyri at hava hildið og verið við til veitslu/veitslur undir "lockdown" í Bretlandi. Fíggjarmálaráðharrin Rishi Sunak fær eisini bót fyri at hava verið við.

Hetta upplýsir bretska forsætismálaráðið fyri BBC. Tað verður samtundis gjørt greitt, at tað er óvist, hvussu stór bótin er. 

Bretskir miðlar skriva, at í løtuni kannar løgreglan tólv veitslur og tiltøk, sum vórðu hildin í Whitehall, har flestu stjórnarbygningarnir eru, ella í Downing Street, meðan forboð var fyri slíkum í Bretlandi.

Tvær slíkar veitslur vóru í mai 2020, har tað vóru minst 100 fólk til tað einu, ið var í garðinum í Downing Street.

Boris Johnson hevur váttað, at hann var við til hesa, men hevur vart seg við, at hann helt at hetta var í samband við arbeiði. 

Hvussu álvarsligt hetta er, ber til at kjakast um, men tað er eingin ivi um, at heilt nógvir bretar eru ónøgdir við forsætisráðharran. Ein kanning frá januar hjá The Independent vísti, at tveir triðingar - 66 prosent - hildur, at Boris Johnson burdi farið frá.

Nicola Sturgeon, First Minester í Skotlandi, skrivaði í gjár á Twitter, at Boris Johnson nú burdi takka fyri seg. Tað sama heldur Labour-leiðarin Keir Starmer. Mótstøðumaðurin hjá forsætiráðharrin hevur áður biðið hann lagt frá sær, og í samband við hesar avdúkingar, at Boris Johnson og Rishi Sunak hava brotið lógina, logið fyri bretska fólkinum, og at teir hervið burdu farið frá.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder