Køge Kunstforening setur nýggja, føroyska list í miðdepilin í framsýningini Spírar, har fimm føroyskar listakvinnur sýna fram málningar, ljósmyndir, tekstilar og keramikk. Framsýningin letur upp seinnapartin í dag, og kann síggjast fram til 21. juni.
Í framsýningini Spírar setur Køge Kunstforening sjóneykuna á Føroyar og spírandi, føroysk listafólk, sum arbeiða við samleika, náttúru, landslagi og persónligum frásøgnum. Hóast úttrykkini eru ymisk og fevna um málningar, ljósmyndir, tekstilar og keramikk, verða tey bundin saman av einum felags tilknýti til føroyska landslagið, havið, ljósið og huglagið.
Millum listafólkini er Gvøðny Maria Áarstein, sum fæst við málningar og visuellar miðlar við støði í persónligum minnum og innaru tilgongdum. Í verkum hennara renna kroppur, náttúra og landslag saman við einum sansaligum myndamáli, sum er merkt av lívrunnum formum og dámi.
Maria Holm-Jacobsen arbeiðir við ljósmyndum, har gerandisligu myndevnini úr Føroyum –vegskelti, húsatekjur, stik og fótbóltsmál – fáa mestsum eitt grafiskt og eftirgjørt úttrykk við strammari myndaskipan og týðiligum flatum.
Hjá Marionnu Højsted Horsdal eru tað serliga føroyska landslagið, havið og ljósið yvir oyggjunum, sum mynda grundarlagið undir einum litføgrum og hugløddum málningaheimi við kubistiskkendum formum. Hon er abbadóttir dansk-føroyska listamálaran, Poul Horsdal.
Dania Jóannesardóttir Lava arbeiðir við málningum og blandaðum miðlum við íblástri úr føroyskum bygdum, landslagi og støðum, sum hava persónligan týdning. Í verkum hennara verður javnvágin millum tað abstrakta og tað ítøkiliga kannað við litum, formum og hugløgum.
Í verkunum eftir Jonnu Ljósá møtast málningar, tekstilar og keramikk í einum poetiskum heimi, har fiskurin ofta er ímyndin av sambandinum hjá menniskjum við náttúruna og við hvørt annað. Hon arbeiðir millum annað við endurnýttum tekstilum, náttúrumáling og tilfari úr lendinum rundan um seg.
Nýtt, norðurlendskt tiltak
Spírar er byrjanin upp á eina nýggja ætlan hjá Køge Kunstforening um at knýta sterkari bond millum Norðurlond við list og mentanarmiðlan. Framtíðarvisjónin er at skipa fyri einum afturvendandi, norðurlendskum tiltaki við ungum listafólkum úr øllum Norðurlondum.
Felagsskapurin, sum hevur yvir 600 limir, hevur síðan 1946 arbeitt við at knýta sambond millum fólk og listina við at skipa fyri framsýningum, tiltøkum og mentanarligum verkætlanum.
Køge Kunstforening bjóðar til fernisering av framsýningini Spírar í dag, 28. mai klokkan 17 í Togvognen, Søndre Allé 6 í Køge. Framsýningin kann síggjast fram til 21. juni.
-
Dania Johannesardóttir Lava
-
(Dania Johannesardóttir Lava)
-
(Dania Johannesardóttir Lava)
-
Gvøðny Maria Áarstein
-
(Gvøðny Maria Áarstein)
-
(Gvøðny Maria Áarstein)
-
Jonna Ljósá
-
(Jonna Ljósá)
-
(Jonna Ljósá)
-
Maria Holm-Jacobsen
-
(Maria Holm-Jacobsen)
-
(Maria Holm-Jacobsen)
-
Marianna Horsdal
-
(Marianna Horsdal)
-
(Marianna Horsdal)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald