Innanlands

Føroyskar fosturtøkur nógv fleiri enn fyrr hildið

Nýggj tøl eru komin á borðið yvir hvussu nógvir føroyingar fáa framt fosturtøku í Danmark

Ríkissjúkrahúsið (Savnsmynd: EPA)

Ríkissjúkrahúsið (Savnsmynd: EPA)

2022-09-13 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur, ið fáa fosturtøku í Danmark um árið. Tað vísa nýggj hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur fingið til vega

Sambært almennu føroysku hagtølunum eru lutfalsliga nógv færri føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku, enn kvinnur í granalondunum.

Men hesi tøl eru skeiv. Veruligu føroysku fosturtøkutølini eru nógv hægri, enn vit hava hildið, verður nú staðfest í tíðindaskrivi frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. 

Nýggj hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur umbiðið, vísa, at í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur um árið, sum fáa fosturtøku í Danmark. Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri, sum fara úr Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tað merkir, at fosturtøkutalið pr. 1.000 livandi fødd fer úr 39 upp í 125. Og at tað í veruleikanum í minsta lagi eru næstan 100 føroyskar kvinnur í miðal, sum á fáa fosturtøku um árið, og ikki góðar 30, sum hildið hevur verið, verður staðfest í tíðindaskrivinum.

Ein av fortreytunum fyri at fáa fosturtøku á almennum sjúkrahúsi í Danmark er, at viðkomandi skal vera skrásettur í Danmark. Tað er tískil sannlíkt, at nógvar av kvinnunum, sum koma úr Føroyum, skráseta seg sum búsitandi í Danmark í sambandi við fosturtøkuna.

Sjúrður Skaale heldur tað vera neyðugt, at vit nú taka ábyrgd av hesum økinum í Føroyum:

- Tølini prógva tað, sum mong munnu havt havt ein varhuga av: At tað er anarki á økinum. Vit vita, at tað eru kvinnur, sum fáa sína fosturtøkuumbøn játtaða av somu orsøkum, sum aðrar fáa hana noktaða. Tað vil siga, at tilvildin og persónligi hugburðurin hjá læknanum ræður. Og hesi nýggju tølini vísa, at nógvar kvinnur fara uttan um lógina á ein annan hátt - nevniliga við at fara til Danmarkar. Hetta ber snøgt sagt ikki til. Nú mugu vit tora at taka ábyrgd av hesum, sigur fólkatingsmaðurin. 

Skeiv tøl

Hetta er ikki fyrstu ferð, at politikarar royna at finna útav, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku.

Í 2004 spurdi Radikale Venstre heilsumálaráðharran hvussu nógvar kvinnur í árunum 1999-2002 fóru til Danmarkar at taka fosturtøku. Svarið var: 1 kvinna.

Í 2017 spurdi fólkatingsmaðurin Magni Arge heilsumálaráðharran, hvussu nógvar føroyskar kvinnur árliga fóru til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tá var svarið 1 kvinna um árið. 

Mong hava verið fullgreið um, at hesi tølini vóru skeiv. Tí hevur Sjúrður Skaale spurt meira nágreiniliga um málið. Tað hevur tikið drúgva tíð, kravt stórt arbeiði og nógvar sonevndar "koyringar" hjá Danmarks Statistik at finna fram til svarini.

Og hetta er neyvan tann fulli sannleikin heldur, tí tað eru eisini føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku heilt uttan fyri skipanina, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivinum.

Nýggj tøl verða lagt fram á almennum tiltaki í heyst

Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur ikki bara fingið til vega verulig hagtøl, men hevur eisini tosað við kvinnur, sum hava royndir á økinum, læknar í bæði Føroyum og Danmark og onnur, sum hava við økið at gera.

Hetta verður alt lagt fram í Føroyum seinni í heyst.

Endamálið er at fáa veruleikan um hetta evnið fram í ljósið, og at fáa eitt kjak, sum byggir á fakta, og sum vónandi kann leiða fram til, at politiska skipanin tekur ábyrgd av økinum við eini føroyskari lóggávu.

Kanningin og nýggju hagtølini verða løgd fram á almennum tiltaki í Reinsarínum í Havn, fríggjadagin 30 september.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder