Mentan

Føroysk gransking gerst alment tilgeingilig

Føroyskt vísundatilfar, sum áður mest var at finna á bókasøvnum og bókagoymslum í Føroyum, verður nú meira atkomuligt hjá granskarum, lesarum og øðrum úr øllum heiminum

2023-01-17 10:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú ber til hjá øllum at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni um 667 greinar síðan 1952.

Greinarnar eru at finna á heimasíðuni ojs.setur.fo 

Umframt greinar er eisini er yvirlit yvir allar bøkur sum Fróðskapur hevur givið út síðani 2005. Av hesum 68 bókunum eru 49 lagdar frítt út. Nakrar bøkur afturat verða væntandi lagdar út skjótt. Ætlanin er at leggja bøkur, sum eru eldri enn tvey ár ella ikki longur geva forlagnum inntøkur, frítt út. 

Endamálið við hesi síðuni er at geva øllum, leikum sum lærdum, lætta og ókeypis atgongd til vísindatilfar um Føroyar, í fleiri førum á føroyskum, men eisini á donskum og enskum. 

Næsta stigið er at flyta Føroyskt Lógarrit á somu síðu. Hetta arbeiðið er júst byrjað. 

Harafturat er ætlanin at fáa talgilt tær 65 bøkurnar, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út árini 1968-2005. 

Google Scholar finnur tilfarið

Styttingin ojs stendur fyri Open Journal System. Hetta er skipan til vísindaligt tilfar, sum nógv tíðarrit brúka í dag. 

Alt tilfar, sum verður lagt út á ojs.setur.fo, fær eitt eyðkennisnummar, DOI, og  tað ber til hjá Google Scholar og øðrum leitimaskinum at finna og skipa tilfarið. Hetta ger, at føroyskt vísindatilfar, sum áður mest var at finna á bókasøvnum og bókagoymslum í Føroyum, nú gerst nógv meira sjónligt og atkomuligt hjá granskarum, lesandi og øðrum áhugaðum úr øllum heiminum. 

Eitt gott dømi um hetta er bókin ‘Pilot Whaling in the Faroe Islands hjá Jóan Paula Joensen, professara. Hon varð løgd á síðuna fríggjakvøldið. Sunnumorgun kom teldupostur frá studenti úr Eysturríki við spurningi um hesa útgávuna, sum viðkomandi hevði funnið og ætlaði sær at brúka í eini uppgávu.  

Fróðskapur sp/f er universitetsbókaforlag, sum á almannagagnligum grundarlagi stendur fyri útgávu av vísindaliga tíðarritinum ‘Fróðskaparrit og bókarøðunum ‘Supplementa, ‘Setursrit og ‘Onnur Rit.

Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetrið eiga Fróðskap. Í nevndini eru Andras Mortensen, formaður, Erling Isholm, Zakaris S. Hansen og Annika Sølvará, sum eisini er stjóri fyri Fróðskap. 

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. 

Árini 1952-2020 vóru 66 bøkur givnar út í prentaðari útgávu. Síðani 67. bók í 2021 er ritið bert talgilt. Greinar í Fróðskaparritum verða lagdar frítt út, so hvørt tær eru javnlíkamettar av serfrøðingum, sum eru dulnevndir, og góðkendar til útgávu. 

Í ritstjórnini fyri Fróðskaparritum eru Kalpana Vijayavarathan, høvuðsritstjóri, Eyðfinn Magnussen, Hans Andrias Sølvará, Malan Marnersdóttir og Marin Strøm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder