placeholder
Innanlands

Føroyingur vunnið eina millión í Lotto

Tað var ein Lotto-spælari í Havn, sum í gjár var so heppin at vinna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-25 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var ein føroyingur so heppin at vinna eina millión krónur í Lotto.

Umframt vanliga Lotto-vinningin til tann, sum er so heppin at fáa sjey røtt tøl (sum í gjár var 13 milliónir) verður eisini drigið um tveir vinningar á eina millión hvørja viku millum spælararnar – Millionærgarantien.

Sambært Danske Spil spældu báðir vinnararnir við umvegis danskespil.dk, men úr hvør sínum enda av kongaríkinum.

Eini millióningurin sat í Lemvig í Vesturjútlandi, meðan hin sat í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder