
Við eini lógarbroyting í 2019, vóru føroyingar og grønlendingar bólkaðir á sama hátt sum onnur ferðafólk í Danmark, og kravdir eftir gjaldi fyri sjúkraviðgerð. Tað verður nú broytt aftur.
Lógarbroytingin í donsku heilsulógini í 2019 førdi við sær, at fólk við tørvi á sjúkraviðgerð í Danmark sjálvi skuldu rinda fyri hesa, búðu tey uttanfyri Danmark – eisini um tey búðu í Ríkisfelagsskapinum. Upprunaliga var hendan lógarbroytingin ætlað ferðafólkum, soleiðis, at danski skattgjaldarin ikki skuldi bera kostnaðin av møguligum viðgerðum, meðan ferðafólkini vitjaðu Danmark.
Nú verður lógin tillagað soleiðis, at allir ríkisborgarar aftur fáa ókeypis bráðfeingis og framhaldandi sjúkrahúsviðgerð í Danmark uttan mun til, hvar í ríkinum tey eru búsett. Somu reglur eru longu galdandi í Føroyum og Grønlandi.
Uppskotið, sum kom til fyrstu viðgerð á Fólkatingi í dag, førir eisini tríggjar aðrar broytingar við sær. Millum annað innan millumkommunal endurgjøld av ymiskum viðgerðum, umframt eina dagføring av donsku heilsulógini, sum merkir, at samsvar verður millum donsku og føroysku heilsulógirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald