Innanlands

Føroyingar á fólkatingsval 31. oktober

Ein meirluti í fólkatinginum hevur gjørt av, at føroyingar fara á val dagin fyri Danmark og í Grønlandi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-08 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein meiriluti av fólkatinginum er samdur um at vit í Føroyum sleppa at atkvøða til fólkatingsvalið longu 31. oktober, og ikki 1. november, sum restin av ríkinum annars fer at gera.

Hesum boðar Christian Rabjerg Madsen, innanríkis og bústaðarráðharri, frá.

- Eg eri glaður fyri, at vit kunnu vera samd um at ganga ynskinum frá løgmanni á møti, sigur Christian Rabjerg Madsen við Danmarks Radio.

Tað var í gjár, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heitti á forsætismálaráðharranum Mette Frederiksen at flyta valdagin hjá føroyingum.

1. november verður mett at vera óheppin, tí tað er alla halganna dagur og minningardagur teirra sjólátnu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder