Mentan

Føroyaleikirnir enda við veitslu í Vágsbotni

Allir luttakararnir savnast í høvuðsstaðnum sunnukvøldið

Frá Voxbotn-tiltakinum leygardagin - komandi sunnudag verður aftur tónleikur at hoyra her (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá Voxbotn-tiltakinum leygardagin - komandi sunnudag verður aftur tónleikur at hoyra her (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-27 08:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lagt er upp til veitslu í Vágsbotni í sambandi við endahátíðarhaldið av Føroyaleikunum, sum verða hesa vikuna.

Føroyaleikir verða á øðrum sinni hildnir hósdagin til sunnudagin. Setanarhald verða í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og Vági hósdagin og fríggjadagin og so verður kappast í so at siga øllum ítróttagreinum, sum eru umboðaðar undir ÍSF og so nøkrum afturat.

Tá kappingin er av, verður skipað fyri umfatandi hátíðarhaldi í Havn, har ætlanin er, at øll tey luttakandi á Føroyaleikunum og almenningurin annars fara at hugna sær í sambandi við at leikirnir eru av.

Føroyaleikirnir hava nú kunngjørt skránna fyri haldið sunnukvøldið 3. juli.

Tað gongur fyri seg í Vágsbotni, har veitslan byrjar klokkan 17 við at eitt mattorg verður latið upp, og at Michael Anthony fer at diska.

Klokkan 19 byrjar ein skrúðgonga við ítróttafólki, sum gongur frá Sjónleikarhúsinum og oman í Vágsbotn, har Føroa løgmaður fer at halda røðu.

Eisini fer ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen at bera fram eina røðu, og síðan fara Hiddenfjord og Varðin Pelagic at bjóða smábitar í Vágsbotni og í Tórsgøtu.

Eftir hetta verður tónleikur á skránni. Kl. 20 spæla Kim & Jens Marni, kl. 20.45 er tað Jasmin, klokkan 21.30 fer Marius D.C. á pallin og klokkan 22 fer Michael Anthony aftur at diska.

Endahátíðarhaldið í Vágsbotni endar klokkan 23. 

Meira um Føroyaleikir her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder