placeholder
Innanlands

Føroya Møblasøla keypt Miðlahúsið

Virksemið hjá Sosialinum heldur fram í bygninginum í øllum førum 7 ár afturat

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-07-13 14:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum vit skrivaðu í morgun, so er søguligi handilsbygningurin í Vágsbotni, nú nevndur Miðlahúsið, seldur.

Og tað er Føroya Møblasøla, sum eigur og rekur Idemøblar, sum hevur keypt bygningin. Tað skrivar tíðindasíðan in.fo seinnapartin.

Sosialurin hevur síðani 2004 leigað bygningin frá P/F Valdemar Lützen, og nýggju eigararnir yvirtaka leigusáttmálan, sum er galdandi í 7 ár afturat.

Keypsprísur verður ikki upplýstur, men prísuppskotið hjá Betri Heim var 12.750.000 krónur. Støddin á bygninginum er 637 fermetrar og byggiár er 1800 og 1925.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder