2022-04-07 18:38
Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund 3. apríl, og nýggj nevnd varð vald.
Nevndin skipaði seg síðani við Hildu Thomsen sum forkvinnu, Jens Mortan Rasmussen sum næstformanni og Bjørg Jacobsen sum skrivara og kassameistara. Samson Højgaard og Bergur Samuelsen eru tiltakslimir.
Felagið er eitt áhugafelag og arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipað viðurskifti fyri ferðaleiðarar í ferðavinnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald