Uttanlands

Foreldur í Danmark hava meldað skúlan hjá soninum til løgregluna

11 ára gamli Elias svímaði við heilabløðing, og sambært foreldrunum gjørdu pedagogar ikki nóg nógv fyri at hjálpa honum

Elias Heede (Mynd: TV2)

Elias Heede (Mynd: TV2)

2019-05-04 18:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark hevur ein mynd av 11 ára gamla Elias Heede liggjandi á sjúkrahúsinum gjørt um seg á Facebook, og er hon deild fleiri enn 30.000 ferðir, síðan hon varð løgd úr mikudagin.

Hetta hendi, eftir at Elias fekk heilabløðing, meðan hann var í skúla.

24. apríl svímaði hann í skúlanum á veg út á vesið, men tað var ikki fyrr en fleiri tímar seinni, at ringt varð eftir pápa hansara, sum gjørdi av at fara á sjúkrahúsið við honum.

- Hann segði fleiri ferðir, at hann var illa fyri, men pedagogarnir mettu, at alt var í lagi. Hann svav í trí korter, og so fór hann saman við hinum næmingunum til tennisvenjing, uttan at tey vaksnu høvdu sett seg í samband við meg ella pápa hansara, sigur mamma Elias, Jeanet Krohn-Rasmussen, fyri TV2.

Sambært mammuni gjørdist Elias aftur illa fyri, meðan hann spældi tennis. Hann helt um høvdið og fór at gráta, tí hann hevði so ilt, men hetta fekk heldur ikki tey vaksnu at reagera. Tey mettu, at hann yvirreageraði, tí hann hevði tapt í tennis.

Tey vaksnu ringdu ikki til pápa hansara, fyrr enn hann byrjaði at spýggja og gerast enn verri fyri. Tá pápin kom eftir honum fekk hann heldur einki at vita um, hvat bagdi, men tá Elias enn einaferð spýði og greiddi frá, at bein hansara rystust, gjørdi pápin av at fara til læknan við honum.

Pápin fór við Elias á sjúkrahúsið í Herlev, og har funnu læknarnar skjótt útav, at hann hevði fingið heilabløðing, og síðani varð hann fluttur á Ríkissjúkrahúsið.

Kundi verið deyður

Sambært læknunum á Ríkissjúkrahúsinum kunda tað endað við, at Elias hevði doyð ella gjørdist heiladeyður, um hann var komin á sjúkrahúsið ein ella tveir tímar seinni.

Mamma Elias er skelkað yvir, hvussu tey vaksnu á skúlanum gjørdu av at handfara støðuna.

Hon greiðir frá, at hon hevur fingið eina skrivliga frágreiðing um hendingina frá skúlanum, men hana er hon ikki nøgd við. Skúlin hevur m.a. ikki greitt frá, hví tey ikki ringdu eftir sjúkrabili, tá Elias segði við tey vaksnu, at hann var illa fyri og bað tey ringja 112.

Sambært frágreiðingini varð Elias funnin grátandi á gólvinum stutt eftir klokkan 10, og genturnar, sum funnu hann fingu fatur á einum pedagogi, og tá Elias varð spurdur um, hvat var galið, segði hann, at hann ikki visti hvat var á vási, men at hann brádliga var vorðin ússaligur.

Síðani fór Elias aftur inn í flokkin hjá sær, har hann fekk vatn og slapp at sova í einum sekkjastóli. Tá hann vaknaði aftur hevði hann fingið tað betri.

Næstu tímarnar át hann bæði døgurða og spældi við hini børnini í fríkorterinum, og stutt eftir klokkan 12 gekk hann hálvan annan kilometur til høllina, har flokkur hansara skuldi spæla tennis. Seinni segði hann tó aftur fyri teimum vaksnu, at hann hevði ilt, og at tað kendist, sum okkurt var sprongt inni í høvdinum á honum. Síðani spýði hann, og so varð ringt eftir pápanum.

Pápi Elias hevur meldað málið til løgregluna, og eru tey í ferð við at finna ein nýggjan skúla til sonin.

Elias hevur tað eftir umstøðunum gott, og hann vónar, at onnur kunnu læra av hesum.

- Hóast mann ikki kennur viðkomandi, so skal mann hjálpa teimum. Hetta má ikki henda hjá øðrum, bara tí at summi ikki duga at hjálpa, sigur hann.

Pínan kemur brádliga

Sambært Hanne Christensen, yvirlækna á Bispebjerg Hospital, er tað serliga ógvusliga pínu í høvdinum, mann skal ansa eftir.

- Serliga um pínan kemur brádliga og gerst verri. Nógvir sjúklingar hava lýst tað sum ringastu høvuðpínuna, sum tey nakrantíð hava upplivað.

Summi svíma eisini, tá tey fáa heilabløðing, onnur detta ella uppføra seg øðrvísi enn vanligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder