Innanlands

Fongsulsrevsing í 40 dagar og útvísing fyri harðskap

Føroya Politi boðar í dag frá, at ein 28-ára gamal maður, sum er pólskur ríkisborgari, er dømdur, og at hann skal sita dómin beinanvegin. Til útvísingina er knýtt eitt innferðarbann í 3 ár. Maðurin hevur skotið dómin inn fyri Eystara Landsrætt

2022-05-11 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ein 28 ára gamal maður var 5. mai 2022 í Føroya Rætti dømdur 40 daga fongsulsrevsing fyri harðskap, sum var framdur í náttarlívinum í Havn. Maðurin var ákærdur fyri at hava sligið ein annan mann fleiri ferðir í andlitið

Hesum boðar Føroya Politi frá í dag.

Tað snýr seg um eitt mál frá 24. apríl. Hendingin fór fram á einum skeinkistaði í høvuðsstaðnum.

Les eisini: Varðhaldsfongslaður fyri harðskap

Videoupptøkur vóru av hendingini. Maðurin varð í fyrstu syftu varðhaldsfongslaður í tvær vikur, og í síðstu viku fall dómur.

Hann innbar eisini, at maðurin, sum er pólskur ríkisborgari, bleiv útvístur úr Føroyum. Løgreglan boðar frá, at talan er um ein mann, ið nýliga er komin til Føroyar at arbeiða, og hann hevur at kalla einki tilknýti til landið. Til útvísingina er knýtt eitt innferðarbann í 3 ár.

- Føroya Rættur gjørdi av, at maðurin skuldi sita dómin beinanvegin. Eystari Landsrættur hevur staðfest hesa avgerð. Maðurin hevur skotið dómin inn fyri Eystara Landsrætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder