Mentan

Fongslaður rappari gjørdist ársins listafólk

23 ára gamli Yasin Mahamoud er skuldsettur og dømdur fyri fleiri brotsverk

2021-03-21 11:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vælumtókti svenski rapparin, Yasin Mahamoud, best kendur sum Yasin, vann í gjárkvøldið tvær heiðurslønir, tá tónleikavirðislønirnar P3 Guld vórðu latnar.

23 ára gamli rapparin vann heiðurslønirnar Ársins Listafólk og Ársins Hiphop.

Høvuðspersónurin var ikki til staðar sjálvur fyri at taka ímóti heiðrinum. Hann situr í varðhaldsfongsli í einum máli, har hann kann verða dømdur 18 ára fongsul.

Sambært blaðnum Expressen varð Yasin Mahamoud handtikin gamlaárskvøld undir illgruna fyri at hava burturført ein annan vælumtóktan svenskan tónleikara, hvørs navn tó ikki er komið fram. Hann hevur síðan sitið í varðhaldi.

Málið hevur fingið nógva umrøðu í Svøríki, og tað skapti eisini kjak tá hann varð tilnevndur tvær P3 Guld. Kjakið snúði seg um, hvørt tað er rætt at geva einum lógarbrótara talutíð.

Hetta er nevniliga ikki fyrstu ferð, at hann er blandaður í lógarbrot. Sambært dr.dk er hann tikin fleiri ferðir og hevur sitið í fongsli fyrr eisini.

Í 2018 varð hann dømdur tvey ár og tríggjar mánaðir í fongsul fyri eina røð av brotsverkum við skotvápnum.

Í fjør varð hann handtikin í sambandi við brotsverk við tilknýti til brotsmannalið. Hann var eisini undir illgruna at hava samband við eitt dráp. Men hann varð leyslatin tríggjar mánaðir seinni, vegna vantandi prógv.

Tað er Sveriges Radio, sum stendur fyri P3 Guld-virðislønirnar. Har hava tey hildið fast um, at tilnevningin einans tekur støði í hansara listarliga arbeiði.

Ársins Listafólk verður funnið við eini almennari atkvøðugreiðslu. Ársins Hiphop verður funnið helvt um helvt umvegis eina dómsnevnd og eina almenna atkvøðugreiðslu.

Umframt Yasin, var tað eisini ein annar, sum varð heiðraður við tveimum P3 Guld virðislønum í gjárkvøldið. Victor Leksell gjørdist Ársins poppnavn, og vann eisini fyri ársins lag, “Svag”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder