Innanlands

Fólkið ynskir færri valevni

Greitt útslit av atkvøðugreiðslu á portal.fo

2022-09-14 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ein rættiliga stórur partur av føroyska fólkinum, sum heldur at flokkarnir skulu lata vera við at seta ov nógv nøvn á listarnar, tá veljast skal til fólkatingið.

Portal.fo setti í gjár fram spurningin “Hvussu nógv nøvn heldur tú, at politisku flokkarnir skulu sesta á sínar listar til fólkatingsvalið”. Spurningurin varð lagdur út fyrrapartin, og møguligt var at greiða atkvøðu fram til klokkan 20.

3.635 brúkarar vóru við í atkvøðugreiðsluni, og nógv tann størsti parturin av teimum, 61 prosent, halda, at flokkarnir skulu stilla upp við færri enn fimm fólkum.

26 prosent mæltu til 5-10 fólk, meðan bert 12 prosent halda at flokkarnir, eins og teir flestu hava gjørt higartil, skulu stilla upp við 10 fólkum ella fleiri. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder