Innanlands

Fólkatingsvalið rakar umboðanina í Norðurlandaráðnum

Valdu umboðini hjá Føroya Løgtingi verða ikki við til ársfundin í Helsingfors í komandi viku

Jógvan á Lakjuni verður ikki heima, tá fólkatingsvalið verður talt upp. Hann raðfestir árliga fundin við hinar norðurlendsku tingformenninar hægri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan á Lakjuni verður ikki heima, tá fólkatingsvalið verður talt upp. Hann raðfestir árliga fundin við hinar norðurlendsku tingformenninar hægri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-26 15:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvørki Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum, ella Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum løgtingið hevur valt at umboða seg í Norðurlandaráðnum, verða til staðar, tá Norðurlandaráðið heldur ársfund sín í finska høvuðsstaðnum, Helsingfors, í komandi viku.

Orsøkin er, at fólkatingsvalið er komið í vegin, og báðir stilla upptil valið.

Heldur ikki varalimirnir hjá teimum, ávikavist Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, hava stundir at møta á fundi í Norðurlandaráðnum orsaka av valinum til Fólkatingið.

Hinvegin verður løgtingið umboðað av tveimum fólkum, sum tó ikki eiga sítt fasta sæti í sjálvum Norðurlandaráðnum. Enntá av tveimum løgtingslimum, sum eisini standa á valseðlunum til fólkatingsvalið, nevniliga Jógvani á Lakjuni úr Fólkaflokkinum og Edvu Jacobsen úr Sambandsflokkinum.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fer yvir til Finnlands sjálvan valdagin, so hann fær møguleika at vera við til móttøkuna hjá finska forsetanum, sum verður undan sjálvum Norðurlandaráðsfundinum, ið verður settur týsdagin klokkan 13.30, okkara tíð.

Formenninir í teimum ymsu tjóðartingunum hittast vanliga í sambandi við at Norðurlandaráðið verður sett. Teir eru annars ikki partur av virkseminum hjá Norðurlandaráðnum, men halda sín egna árliga fund í somu umbering.

[object Object]
Edva Jacobsen, her avmyndað í fólkatingssalinum saman við ráðsfeløgum í Útnorðurráðnum, Bryndís Haraldsdóttir og Pipaluk Lunge-Rasmussen (Savnsmynd)

Hin løgtingslimurin, sum verður til staðar á fundinum hjá Norðurlandaráðnum, er Edva Jacobsen, sum fer at umboða Útnorðurráðið, har hon er næstforkvinna. Edva Jacobsen fer úr Føroyum dagin eftir fólkatingsvalið, og nær ikki at fáa setanina av ársfundinum hjá norðurlandaráðnum við, verður upplýst úr løgtinginum.

Kaj Leo og Jenis fara

Til ársfundirnar hjá Norðurlandaráðnum er vanligt, at stjórnarleiðararnir og aðrir ráðharrar og -kvinnur eisini hittast til fundar og eru til staðar og svara spurningum frá Norðurlandaráðnum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, verður tó ikki til staðar í ár.

- Ætlanin var, at løgmaður skuldi luttaka á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, men tá fólkatingsvalið bleiv útskrivað og ferðaætlanin fall saman við valinum, valdi løgmaður at melda avboð í ár, upplýsir løgmansskrivstovan.

Somu boð fáa vit frá umhvørvis- og vinnumálaráðnum og frá almannamálaráðnum. Landsstýrismenninir verða ikki við orsaka av fólkatingsvalinum, har Magnus Rasmussen og Sólvit Nolsøe báðir royna at vera valdir.

Hinvegin verða Kaj Leo Holm Johannesen, sum er landsstýrismaður við ábyrgd av norðurlendska samstarvinum, og Jenis av Rana, landsstýrismaður við menta- og uttanríkismálum til staðar í Helsingfors í komandi viku, upplýsir uttanríkis- og mentamálaráðið.

Tað er onki óvanligt, at ársfundurin fellur saman við val til okkurt av tjóðartingunum í teimum átta londunum, sum eru við í Norðurlandaráðnum. Og í slíkum førum er umboðanin á sjálvum ráðsfundinum ofta rættiliga avmarkað, og soleiðis verður eisini við donsku umboðanini í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder