Innanlands

Fólkatalið vaks við 854 seinasta árið

1. september búðu 53.498 fólk í Føroyum – Tað er ein vøkstur á 1,6 prosent í mun til 1. september í 2020

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2021-10-13 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. september 2021 búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør – ein vøkstur á 1,6 prosent.

Hetta er ein størri vøkstur enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkatalið vaks við 731 fólkum ella 1,4 prosent, skrivar Hagstovan.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av eini nettoflyting á 551 fólk og einum burðaravlopi á 303.

Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið. Hetta kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni seinasta árið enn undanfarna tíðarskeið, sambært Hagstovuni.

Meira enn helvtin úr høvuðsstaðnum

Av teimum 854, sum løgdust afturat hetta seinasta árið, vóru meira enn helvtin úr Tórshavnar kommunu. Tó vaks fólkatalið lutfalsliga mest í Nes kommunu. Har vaks tað við 3,7 prosent, ið er 51 fólk.

Størsta afturgongdin var hinvegin í Kvívíkar kommunu, har fólkatalið minkaði við 16 fólkum ella 2,6 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder