Innanlands

Fólkatalið í Eiðis kommunu farið uppum 800

Fólkatalið í kommununi hevur verið støðugt vaksandi í longri tíð, og seinastu fimm árini er fólkatalið vaksið við fleiri enn 100 íbúgvum

(Mynd: Eiðis kommuna)

(Mynd: Eiðis kommuna)

2022-09-05 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólkatalið í Eiðis kommunu er nú farið uppum 800, og so nógv hava ongantíð áður búð í kommununi, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Fólkatalið í Eiðis kommunu hevur verið støðugt vaksandi í longri tíð, og seinastu fimm árini er fólkatalið vaksið við fleiri enn 100 íbúgvum. Í dag búgva 810 fólk í kommununi, og ongantíð áður hava so nógv fólk búð har.

Um aldarskiftið búðu sløk 700 fólk í Eiðis kommunu; so minkaði talið nakað, og í 2010, tá ið tað var lægst, var talan um 659 fólk. Síðan 2010 hevur tað gingið rættan vegin, og í 2021 vaks fólkatalið við fleiri enn 30 fólkum.

Fólkasamansetingin av íbúgvum er fjøltáttað. Hetta sæst aftur í teimum mongu tjóðskapunum, ið eru umboðaðir í kommununi, sum eru um tjúgu í tali, skrivar Eiðis kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder