Innanlands

Fólkatalið er nú 54.200

Seinasta árið løgdust 670 fólk afturat fólkatalinum, ið svarar til ein vøkstur á 1,3 prosent, skrivar Hagstovan

Nú búgva yvir 23.000 fólk í Tórshavnar kommunu, og tað svarar til 43 prosent av samlaða fólkatalinum (Savnsmynd)

Nú búgva yvir 23.000 fólk í Tórshavnar kommunu, og tað svarar til 43 prosent av samlaða fólkatalinum (Savnsmynd)

2022-09-12 12:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. august vóru vit 54.200 fólk í Føroyum.

Seinasta árið løgdust 670 fólk afturat fólkatalinum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3 prosent, sum er minni enn undanfarna 12-mánaðarskeið, tá vøksturin var 1,5 prosent.

Ein fjórðingur av vøkstrinum hetta seinasta árið kemur av einum burðaravlopi – munurin millum fødd og deyð – á 160 fólk, og tríggir fjórðingar koma frá eini nettoflyting – munurin millum til- og fráflyting – á 510 fólk.

Burðaravlopið er minkað í helvt samanborið við undanfarna tíðarskeið, og hetta kemur av, at færri eru fødd og fleiri eru deyð. Hinvegin er nettoflytingin økt í mun til undanfarna tíðarskeið. Gongd er aftur komin á flytingarnar, sum minkaðu nógv eftir at koronufarsóttin byrjaði at gera um seg, skrivar Hagstovan.

Í mun til somu tíð í fjør er fólkatalið vaksið í 14 kommunum, minkað í 14 kommunum og óbroytt í einari kommunu.

Størsti vøkstur í tali var í høvuðsstaðarkommununi. Nú búgva yvir 23.000 fólk í Tórshavnar kommunu, og tað svarar til 43 prosent av samlaða fólkatalinum. Av teimum 23.000 eru 21.000 búsitandi í Tórshavn, Hoyvík og Argjum.

Næststørsti vøkstur í tali var í Eysturkommunu, sum nú hevur 2.300 íbúgvar.

Lutfalsliga størsti vøkstur á heili 4,7 prosent var í Nes kommunu, og sostatt nærkast fólkatalið í kommununi 1.500 fólkum. Somuleiðis var lutfalsliga stórur vøkstur í Eysturkommunu, Eiðis og Vestmanna kommunu.

Fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar og Sands kommunu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder