Innanlands

Fólkaheilsuráðið heitir á fólk um at vera virkin í januar

Fyri triðju ferð almannakunnger Fólkaheilsuráðið “Virkin januar” álmanakkan, sum er ein álmanakki við 31 uppskotum til, hvussu ein kann styrkja sálarligu heilsuna í januar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-02 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar 2021 fór átakið “Virkin januar” av bakkastokki fyri fyrstu ferð og hevur átakið verið somikið væleydnað, at tað hevur ment seg til eitt afturvendandi tiltak, ið er bæði í januar og oktober hvørt ár.

Nú er álmanakki fyri triðju ferð tøkur í januar, og hann er ætlaður bæði til børn, ung og vaksin, stovnar, skúlar og arbeiðspláss, skrivar Fólkaheilsuráðið, sum eggjar til at brúka álmanakkan sum eitt amboð til at gera nakrar smáar gerðir hvønn dag, sum eru við til at styrkja sálarligu heilsuna.

– Loyp út í tað og fá íblástur til virksemi, sum passa tær og sum gevur meining fyri teg. Byrja árið væl og ver virkin á fjølbroyttan hátt. Hettar gevur tær og fólki rundan um teg størri gleði.

– Frá gransking vita vit, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga, er við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Somuleiðis vita vit, at fólk, sum í stóran mun eru virkin á nógvar ymsar mátar, í størri mun hava kenslu av vælveru og betri sálarligari heilsu enn tey, sum ikki eru virkin. Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu ver virkin, ver saman og ver hugbundin er inngrógvin í átakinum, skrivar Fólkaheilsuráðið.

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum, og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu” og Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”.

Í sambandi við Virkin januar skipar Fólkaheilsuráðið eins og áður fyri eini kapping. Endamálið við kappingini er, at ein kann geva øðrum íblástur til at vera virkin í januar. Eisini kann kappingin skapa tilvit um, hvussu smáar gerðir í gerandisdegnum kunnu gera mun fyri sálarligu heilsuna hjá einum sjálvum og øðrum, skrivar Fólkaheilsuráðið.

– Um tú hevur Instagram, kanst tú luttaka í kappingini við at fylgja Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid” og hyggja eftir okkara uppslagi við eini leiðbeining um luttøku í kappingini. Í stuttum snýr tað seg um, at tú við nøkrum ávísum “hashtags” leggur myndir út á Instagram, sum vísa, hvussu tú ert virkin í januar.

Vinningurin hesaferð er er eitt gávubræv á 4.000 krónur frá Atlantic Airways.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder