Innanlands

Fólkaflokkurin veksur og tekur tingsess frá Sambandsflokkinum

Nýggj veljarakanning hjá Portalinum vísir, at samgongan varðveitir sterku støðuna á tingi - Fólkaflokkurin hevur størstu framgongdina í mun til løgtingsvalið í mars.

Beinir Johannesen, løgmaður, økir um tryggu leiðsluna, sum flokkur hansara fekk á løgtingsvalinum í mars (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen, løgmaður, økir um tryggu leiðsluna, sum flokkur hansara fekk á løgtingsvalinum í mars (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-21 16:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin hevur fleiri veljarar í dag, enn hann hevði á løgtingsvalinum í mars. Flokkurin hevði fingið 10 fólk á løgting, um val hevði verið í dag.

Tað vísir nýggj veljarakanningin hjá Portalinum, sum Spyr.fo gjørdi í gjár. Kanningin byggir á svar frá 500 veljarum.

Fólkaflokkurin er í kanningini nógv størsti flokkur við 29,7 prosentum av atkvøðunum, sum er 3,0 prosentstig fleiri enn á løgtingsvalinum. Og hetta útloysir eisini tann 10. tingsessin til løgmansflokkin.

Sambandið og Javnaðurin nú lið um lið

Sessurin verður tikin frá Sambandsflokkinum, sum fær 18,9 prossent í veljarakanningini, ið er ein afturgongd á 2,6 prosentstig í mun til løgtingsvalið. Við 18,9 prosentum missir Sambandsflokkurin ein sess og fær seks umboð á tingi.

Tað er sama sum Javnaðarflokkurin. Í veljarakanningini stendur Javnaðarflokkurin nærum í stað í mun til valið. Javnaðarflokkurin hevur við 18,8 prosentum eina lítla afturgongd á 0,1 prosentstig, og hevur nú nærum fingið Sambandsflokkin aftur.

Fjórði flokkurin av teimu stóru, Tjóðveldi, fær 18,1 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 0,7 prosentstig, og eisini gevur seks umboð á tingi.

Miðflokkurin fram - Framsókn aftur

Miðflokkurin er nú tann størsti av teimum trimum smáu á tingi. Miðflokkurin gongur í veljarakanningini 0,9 prosentstig fram og fær 6,2 prosent av atkvøðunum, sum tó ikki er nokk til ein tingsess afturat – fyri at fáa triðja tingsessin, skal umboðanin upp um 7 prosent.

Teir smáu flokkarnir varðveita í kanningini somu umboðan á tingi sum í dag.

Framsókn stendur seg ikki væl í nýggju kanningini. Til løgtingsvalið fekk flokkurin 6,6 prosent av atkvøðunum, men í nýggju veljarakanningini gongur flokkurin 1,6 prosentstig aftur til 4,9 prosent. Tað vil siga, at Framsókn stendur til at missa næstan 4. hvønn veljara.

Sjálvstýri, sum endurvann umboðan á tingi á løgtingsvalinum í mars, varðveitir sína støðu. Flokkurin stendur til at fáa 3,5 prosent av atkvøðunum. Tað er ein lítil afturgongd á 0,2 prosentstig.

Havast skal í huga, at tað í hesi veljarakanningini eru heili 12,3 prosent, sum siga seg ikki vita, hvar tey høvdu sett krossin. Eisini eru 2,6 prosent, ið siga, at tey høvdu atkvøtt blankt, og 0,8 prosent, ið hava svarað at tey ikki fara á val.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder