Týsmorgunin kundi løgreglan fortelja miðlunum, at um middagsleitið mánadagin fingu seks bilførarar bót og klipp á Vaglinum.
Har er í løtuni er ikki loyvt at koyra av Áarvegnum og Mylnugøtu og inn á parkeringsøkið við býráðsskrivstovuna á Vaglinum í Havn: Einasti vegur í løtuni er at koyra niðan eftir Sverrisgøtu, har tað vanliga ikki er loyvt at koyra.
Les meira: Seks bilførarar fingu klipp fyri at koyra inn á Vaglið
Men stutt seinni var aftur galið.
Løgreglan boðar í morgun frá, at níggju fólk fingu bót á Vaglinum millum klokkan 10 og 12 týsdagin.
Hetta var fyri at koyra ímóti tí, sum skeltingin sigur - tí einsrættaða.
![]()
(Kort hjá Tórshavnar kommunu yvir hvat ber til í løtuni)
Vatktleiðarin á løgreglustøðini í Havn boðar frá, at talan var um eitt ferðsluátak. Fráboðanir eru jú komnar um støðuna frá fólki.
Summi av teimum, sum koyrdi ímóti forboðnum, vóru ferðafólk. Tey noyddust harvið at rinda á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald