Innanlands

Stórur áhugi fyri at vera stjóri hjá Vørn

Uttanríkis- og fiskimálaráðið hevur upplýst, at 22 umsóknir eru komnar. Harav er ein kvinna og ein útlendingur. Nú skal ein setanarbólkur setast, sum fer at hyggja gjølla eftir umsóknunum..

2026-10-21 08:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 16. oktober á middegi var freistin at søkja stjórastarvið í Vørn úti. Tað varð lýst leyst í september.

Ein rímilga stórur áhugi er fyri starvinum í fyritøkuni, sum umsitur fleiri stór ting innan verju og trygd. Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, upplýsti fyri Kringvarpinum í gjár, at 22 persónar hava søkt. 

Sambært honum er talan um 21 menn og eina kvinnu. Ein av hesum persónunum er útlendingur.

Herálvur Joensen sigur við Kringvarpið, at nú verður ein setanarbólkur settur, sum fer at hyggja gjølla eftir ølllum umsóknunum.

Væntað verður, at ein skikkaður stjóri verður settur rímiliga skjótt. Nakað inn í november er eitt tilmæli væntandi gjørt.

Óli Hans Olsen segði seg úr starvi 1. juni eftir nakað av rumbli. Síðani hevur Jóhan SImonsen, deildarstjóri í Vørn, verið virkandi stjóri.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder