Innanlands

Fólk, ið fylgja ABC-ráðunum, hava tað betri

Kanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísir at boðskapirnir í ABC fyri sálarliga heilsu hava gagnliga ávirkan

2022-10-06 08:37 Author image
Innsent
placeholder

Í stóru fólkaheilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum “Hvussu hevur tú tað? 2019”, har 6.000 føroyingar í aldrinum 18-85 ár úr øllum landinum vórðu spurdir um heilsu- og trivnaðarstøðu, vóru eisini spurningar um, hvussu virkin fólk eru í ABC virksemi.

ABC virksemi merkir, í hvønn mun fólk fáast við virksemi, sum er í samsvar við ABC boðskapirnir í ABC fyri sálarliga heilsu; ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Nærum 3.000 føroyingar valdu at luttaka, og tí gevur kanningin okkum eina góða mynd av ABC virksemi og heilsustøðu í Føroyum.

ABC virksemi

Kanningar, ið eru gjørdar frammanundan vísa, at fólk, ið eru virkin á ymsan hátt, eru í felagsskapum og eru hugbundin í virksemi, sum gevur teimum eina kenslu av meining, hava betri sálarliga heilsu og heilsu sum heild enn onnur, sum ikki eru tað. Tí ynskti Fólkaheilsuráðið at fáa eina mynd av, hvussu virknir føroyingar eru í ABC virksemi.

Í kanningini vóru sjey spurningar um ABC virksemi: Fýra spurningar um at vera virkin (fevndi um at vera likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga virkin), tveir spurningar um at vera saman og ein spurningur um at vera hugbundin.

Út frá hesum sjey spurningum varð gjørdur ein ABC stigi, ið er eitt samlað mát fyri ABC virksemi. Stigin gongur frá 3-15, og fólk fingu stig alt eftir, hvussu virkin tey søgdu seg vera – jú hægri stig jú meira virkin.

Síðani blivu tey svarandi deild í tríggjar bólkar: lágt ABC (skoraðu 20% lægst), miðal ABC (tey í miðjuni) og høgt ABC (skoraðu 20% hægst)

[object Object]

Sum heild eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum siga seg vera meira virknar í ABC virksemi– og tí skora hægri á ABC stiganum.

Fyri menn sæst ein týðiligur samanhangur millum aldur, og hvussu virkin man er í ABC virksemi.

Yngri menn eru mest virknir í ABC virksemi og síðani minkar virksemið við aldrinum t.d. sæst, at 33 prosent av monnunum í aldrinum 18-29 ár skora høgt á ABC stiganum, og er hetta einans galdandi fyri 15 prosent av monnum eldri enn 45 ár.

Tað sæst ikki á sama hátt ein samanhangur millum aldur og ABC virksemi fyri kvinnur, og eru kvinnurnar meira javnt virknar tvørtur um aldursbólkar.

Meira um ABC fyri sálarheilsu her 

Fleiri tøl frá kanningini her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder