Innanlands

Fólk í Skúvoy eisini kannað fyri korona

Nú er Thetis farin til oynna at gera ókeypis koronakanningar – Útoyggjafelagið arbeiðir við at fáa somu tænastu til allar útoyggjar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-08 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú kunnu fólk í Skúvoy eisini fáa ókeypis koronakanning. Seinnapartin fóru Thetis og tyrlan nevniliga til Skúvoyar at gera kanningar.

Les eisini: Talið á kanningum hjá Thetis setti aftur met í gjár

Útoyggjafelagið sigur, at hetta er eitt gott og sera átrokandi tiltak, sum skývoyingar eru takksamir fyri.

Sambært Kringvarpinum er ein tilburður staðfestur í oynni.

– Tryggleiki í smáu utoyggja samfeløgunum er altavgerandi, og tí verður arbeitt við at fáa hesa tænastu til allar útoyggjar, skrivar Útoyggjafelagið á Facebook.

Les eisini: Fugloyar kommuna við áheitan til vitjandi og ferðafólk

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder