Innanlands

Fólk 65 ár og eldri kunnu bóka tíð til koppseting

Mikudagin koma fleiri enn 5.000 skamtar afturat til Føroya, og fyrstu tøku tíðirnar til koppseting verða longu mikudagin, boðar sjúkrahúsverkið frá

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-19 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin kemur meira koppingarevni til landið, tá fleiri enn 5.000 skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech vera í flogfarinum úr Keypmannahavn.

Bókingarskipanin er nú latin upp aftur, og øll, sum eru 65 ár og eldri, eru vælkomin at bóka sær tíð til koppseting á corona.fo, boðar Sjúkrahúsverkið frá í tíðindaskrivi.

Fyrstu tøku tíðirnar eru longu mikudagin, og hildið verður fram við koppsetingini, inntil koppingarevnið er uppi.

Sjúkrahúsverkið staðfestir, at tað hevur gingið væl at koppseta á teimum trimum koppsetingarstøðunum, tó at nógv fólk savnast, meðan opið er, og verður tí heitt á fólk um ikki at møta ov tíðliga.

– Fólk tykjast glað og spent, og koma ofta í sera góðari tíð, fyri ikki at gerast ov sein. Tað hevur við sær, at tað onkra løtu eru fleiri fólk enn neyðugt á koppsetingarstaðnum. Koppsetingartoymið vil í hesum sambandi minna fólk á at møta stundisliga, tó helst ikki meira enn 10 minuttir áðrenn tíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder