Mentan

Fokus á kynslívið hjá teimum eldru

Blaðið Fyndin setur sjóneykuna á kynslívið hjá teimum, sum eru farin upp um tey 60

Nýggjasta útgávan av Fyndini

Nýggjasta útgávan av Fyndini

2020-09-09 20:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í nýggjastu útgávuni av eldrablaðnum Fyndin verður sjóneykan enn einaferð sett á evni, sum møguliga eru eitt sindur forsømt í almenna rúminum, nevniliga romantikkur, parlag og kynslív hjá eldra ættarliðinum.

Kanningar vísa, at kynslív og aldurdómur ikki eru ósamanberilig, og at eldri í stóran mun ynskja at vera kynsliga virkin, hóast árini eru mong. Við aldrinum fylgja tó ymisk viðurkskifti við, sum kunnu ávirka kynslívið á ein negativan hátt og í summum førum hava við sær, at kynslívið steðgar upp.

Tí hevur Fyndin valt at seta sjóneykuna á kynslív og aldurdóm. Endamálið við eldrablaðnum er at seta sjóneykuna á eldra ættarliðið í Føroyum við øllum tí, sum tað inniber, og hesaferð er tað millum annað avbjóðingar og møguligar loysnir í sambandi við kynslívið, romantikkur og parlag sum er sett á breddan. Eitt nú kann lesast um Dianu á Horn og Kristian Olsen sum hittust í búnum aldri og Halleluja Sofus, sum erliga greiðir frá lívi sínum og um hvussu hann heldur seg sjálvan og parlagið við konu sína Doris, vælkoyrandi.

- Ynskið er, at Fyndin verður við til at gera eldra ættarliðið sjónligari í samfelagnum, at fagna aldurdóminum og at minna á ríkidømi, sum vit eiga í okkara eldru, sigur Hansa Hansen, samskipari av blaðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder