Innanlands

Flogferðslan er við at koma í rættlag aftur

Hetta eftir vindharða hóskvøldið. Tvey flogfør lendu í Vágum í nátt og eitt fór avstað - í morgun hevur eisini gongd verið í, hóast seinkingarnar í gjár ávirka fríggjadagin nakað.

2026-11-27 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ógvuliga illfýsið í gjár, og var tað nógvi vindurin og ættin, sum órógvaðu flogferðsluna í Vágum.

Hetta ávirkaði nógv ferðafólk. Serliga tey sum skuldu til Keypmannahavnar ella serliga túrin til Dublin, umframt tey sum skuldu lenda úr Keypmannahavn ella Billund.

[object Object]

[object Object]

Mynd: atlantic.fo

Sum tað sæst á yvirlitinum hjá Atlantic Airways bragdaði nakað eftir midnátt, tá hann hevði makað vindin.

Í morgun hevur gongd verið í. Farið varð millum annað til Keypmannahavnar í morgun.

Serliga onkrar fráferðir hendan fríggjadagin eru tó nakað seinkaðar, í mun til upprunaligu ætlanina. Hetta sum úrslit av degnum í gjár. Millum annað er morgunflogfarið til Keflavík útsett til seinnapartin.

Øll flogferðslan í Vágum í dag sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder