Innanlands

Fleiri vegir hava verið stongdir í nátt

Blot er komið í kavan, og áarlop hava verið á fleiri vegum kring landið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-21 08:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk og løgreglan hava í nátt og morgun stongt fleiri vegir, tí blot er komið í kavan kring landið.

Í fleiri tímar var landsvegurin í Kollafirði millum Effo og Leynatunnilin stongdur. Seinni var Elduvíkarvegurin og landsvegurin millum Effo og Strendur stongdur vegna áarlop.

Um sjey tíðina í morgun komu boð um at tað aftur var koyrandi millum Effo og Leynatunnilin, og eisini er aftur koyrandi millum Effo og Strendur.

Boð eru eisini komin um, at tað ikki er koyrandi eftir Selatraðarvegnum í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder