Innanlands

Fleiri túrar hjá Teistanum avlýstir

Vegna tekniskt arbeiði verður síðsti túrurin úr Skopun í kvøld sigldur klokkan 18:35. Hetta ávirkar eisini leiðina Gamlarætt - Hestur

2022-09-13 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrir túrar, sum eru á ferðaætlanini hjá Teistanum, verða ikki sigldir í kvøld. Hetta vegna tekniskt arbeiði.

Tað boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari.

Talan er um fýra túrar á leið 60. Tað merkir millum annað, at síðsti túrur úr Skopun verður sigldur klokkan 18:35. 

Siglt verður aftur av Gomlurætt klokkan 23:05, ið er seinasti túrur í kvøld.

Í samband við tekniska arbeiði verður leið 61 eisini ávirkað: Túrarnir av Gomlurætt kl. 19:10 og úr Hesti kl. 19:30 ikki sigldur.

- Á túrinum á leið 60 úr Skopun kl. 18:35 siglur Teistin umvegis Hest til Gomlurætt. Siglt verður úr Hesti uml. kl. 18:55, skrivar ssl.fo



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder