Innanlands

Fleiri smærri vindskaðar

Nógvur vindur í morgun - hann øtlar út móti middegi, men seinnapartin minkar vindurin aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-26 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættiliga nógvur vidur er í løtuni, og í nátt og í morgun hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir, sum snúgva seg um nógva vindin.

Fyrsta fráboðanin kom um 18-tíðina í gjárkvøldið, tá ein takpláta var loysnað á einum húsum á Strondum. Skálafjarðar sløkkilið fekk boð um at hjálpa til við hesum.

Um hálvgun níggju tíðina í gjárkvøldið upplivdi ein bilførari, sum koyrdi í Klaksvík, at ein takpláta feyk á bilin. Bilførarin fekk sjálvur fatur á plátuni og tryggjað hana við at skumpa kava oman yvir hana. Løgreglan gav átaksleiðaran boð um hendingina.

Um 11 tíðina í gjárkvøldið sendi løgreglan boð eftir sløkkiliðnum fyri at hyggja eftir bygdaskeltinum við Kvíggjarveg á Toftum. Skeltið var loysnað, og flákraði í vindinum.

Um hálvgun eitt tíðina kom ein fráboðan um minni vindskaða í Streymnesi, beint fyri klokkan 03 í nátt var tað í Øravík, at leysir lutir fuku í storminum, og nú kl. 08.40 var ein takpláta loysnað í Vestmanna.

Alt í alt er talan um minni vindskaðar, men teir koma úr øllum landinum.

Sambært veðurforsøgnunum verður nógvur vindur fyrrapartin í dag, men hann slakar aftur út á seinnapartin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder