Innanlands

Fleiri foreldur ynskja at viðgera skúlamyndir

Als ikki óvanligt at føroysk foreldur ynskja at fáa fotografar at taka pirrur og sár burtur

2019-10-21 08:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hevur kjak tikið seg upp í Danmark um, at foreldur ynskja at fáa myndirnar av sínum børnum viðgjørdar av fotografum, tá barnagarðsmyndir og skúlamyndir vera tiknar. Tað kann vera alt frá gulum tonnum til eksem ella líknandi í andlitinum.

Góðan morgun Føroyar tók táttin upp í morgun, og tað fekk bein at ganga hjá lurtarunum.

Sunrid í Gong, fotografur, sigur at tað als ikki er óvanligt at føroysk foreldur eisini ynskja at fáa ymiskt broytt.

- Eg havi ikki tal á hvussu ofta eg eri spurd um tað, men haldi tað næstan er hvørjaferð eg eru úti á einum stovni og taki myndir, so eru altíð boð frá foreldrum um hetta, sigur Sunrid í Gong við Góðan morgun Føroyar, sum eisini sigur at hetta hendir oftari í barnagørðum enn í skúlum.

- Tað er alt frá sárum, útslett og so víðari.

Hon heldur ikki at foreldur fara yvir í at rætta upp á ting, sum børnini eru fødd við so sum at rætta uppá eina nøs ella tílíkt.

- Tað er avmarkað viðgerð, sum eg geri. Eru tað stór sár, sum eru vekk í næstu viku ella um onkur hevur nógvar pirrur, so royni eg kanska at taka eitt sindur burtur, sigur Sunrid í Gong.

Hetta er ein tendensur, sum er komin fyri at vera, sigur Sunrid í Gong. Hetta í mun til at myndir vera tiknar við telefonum við filtrum og annað sum rættar upp uppá fólk.

Hvat heldur tú? Eiga myndir av børnum at verða viðgjørdar ella eru tey perfekt sum tey eru? Viðmerk niðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder