2026-11-05 15:25
Herfyri vórðu sjey nýggj bussskýli sett upp ymsa staðni í Tórshavanr kommunu, og tvey afturat verða sett upp innan heilt stutta tíð.
Tórshavnar kommuna sigur seg hava fingið fleiri fyrispurningar um at fáa fleiri busskýli sett upp í kommununi, og hevur hon tí arbeitt við hesum og gjørt sáttmála við Dygdarverk um at gera og seta upp nýggj bussskýli.
Bussskýli eru sett upp á Staravegnum, Millum Gilja, á Dalavegnum, á Karlamagnusarbreyt, og í næstu viku verður eitt bussskýli sett upp í Hornabø og eitt á Marknagilsvegnum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Í kommununi eru 188 busssteðgistøð, og av teimum hava 125 bussskýli - og nú koma níggju afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald