Aftur í dag verður boðað frá, at fleiri flogfør, sum høvdu kós móti evropeiskum ferðamálum hava fingið bumbuhóttanir.
Í minsta lagi 25 flogfør eru ávirkað, men ongar fráboðanir eru um, at spreingievni skal vera funnið á nøkrum flogførum.
Eitt flogfar úr Dublin í Írlandi, sum var ávegis til italska høvuðsstaðin Rom mátti lenda á flogstøðini Évreux í Fraklandi, og trý flogfør úr ávikavist Keypmannahavn, Madrid og London lendu í Bulgaria. Tey úr Keypmannahavn og Madrid lendu í høvuðsstaðnum Sofia, meðan tað triðja úr London lendi í Plovdiv.
Hósdagin hevði ein hóttan við sær, at tvey flogfør á floghavnini í Kastrup vórðu kannað. Einki illgrunasamt varð tó funnið á teimum báðum flogførunum.
Tey trý flogførini, sum lendu í Bulgaria eru eisini kannað, og heldur ikki har varð nakað illgrunasamt funnið.
Eisini varð eitt flogfar hjá Finnair, sum var ávegis úr finska høvuðsstaðnum Helsinki til Rom hótt, og tað sama var eitt flogfar úr Helsinki til Wien.
Eitt flogfar frá Wizz Air, sum var ávegis úr Milano í Italia til Varsjava í Póllandi, lendi í Wien í staðin.
Fýra flogfør, sum høvdu kós móti kekkiska høvuðsstaðnum Prag og trý flogfør, sum vóru ávegis til spanska høvuðsstaðin Madrid vóru eisini hótt.
Týsdagin fingu fleiri flogfør í Evropa eisini bumbuhóttanir, men onga rbumbur vórðu funnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald