Innanlands

Finnland og Svøríki tosa saman um Nato-limaskap

Sanna Marin er í Stockholm í dag fyri at tosa við svensku starvssystir sína

Sanna Marin og Magdalena Andersson (Savnsmynd: EPA)

Sanna Marin og Magdalena Andersson (Savnsmynd: EPA)

2022-04-13 10:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kjakið um møguligan Nato-limaskap gongur heitt, bæði í Svøríki og Finnlandi. Í dag er fundur í Stockholm millum sosialdemokratisku forsætisráðkvinnurnar í londunum báðum.

Finska forsætisráðfrúan Sanna Marin er farin til svenska høvuðsstaðin fyri at hitta starvssystir sína Magdalenu Andersson. Tær báðar skulu eftir ætlan halda ein tíðindafund um middagsleitið.

Tað verður roknað við, at trygdarpolitikkur er ovast á dagsskránni fyri fundinum millum tær báðar. Seinni í dag fer finska stjórnin at kunngera eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag fyri finska kjakinum um ein møguligan limaskap í Nato, skrivar finska kringvarpið, YLE.

Kjakið í Finnlandi hongur tætt saman við sama kjaki í Svøríki. Tað eru sterkar kreftir í báðum londunum fyri, at grannalondini skulu taka felags avgerðir á verjupolitiska økinum, skrivar YLE.

Les eisini: Sosialdemokratarnir skulu taka støðu til Nato-limaskap

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder